Síðani 2015 hevur hann verið formaður í Sambandsflokkinum, og stutt eftir løgtingsvalið 31. august í fjør varð hann valdur til samráðingarleiðara. Tað eydnaðist, við Bárði á Steig Nielsen á odda, 14. september 2019 at skipa samgongu, ið Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eru í.
Koronastøðan hevur fylt so at siga alt í Føroyum seinastu tíðina - serliga seinasta stóra mánaðin. Hetta valskeiðið fer helst at vera nógv merkt av íkomnu støðuni. Serliga orsakað av fíggjarligu avleiðingunum.
Les eisini: Landskassin fer helst at hava eitt hall á áleið eina milliard í 2020
Bárður á Steig Nielsen, hini í landstýrinum og aðrir myndugleikar skulu nú taka slíkar avgerðir, ið eingin hevði ímyndað sær, at nakar skuldi, tá 2020 byrjaði.
Undir hesum umstøðunum heldur Bárður á Steig Nielsen sín fyrsta føðingardag sum Føroya løgmaður.
Bárður á Steig Nielsen er føddur í Vestmanna tann 16.apríl 1972, og harvið fyllur hann 48 ár í dag. Hann er giftur Rakul Nielsen, fødd Lamhauge. Tey eiga fýra børn og búgva í Vestmanna.
Núverandi løgmaður er útbúgvin grannskoðari (HD) við Aarhus Universitet, og arbeiddi í eina tíð sum tað. Bárður á Steig Nielsen hevur eisini havt ymisk leiðandi størv í vinnunlívinum.
Hann er eisini kendur fyri at vera ítróttarmaður. Vestmenningurin hevur róð kapp í nógv ár, og var leingi fyrsti málverji hjá VÍF, umframt at hann spældi á landsliðnum í hondbólti.
Bárður á Steig Nielsen varð fyrstu ferð valdur á Løgting fyri Sambandsflokkin í 2002. Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007.
Løgmaður hevur sama føðingardag sum Margretha drotning. Í dag fyllir Hennara Hátign 80 ár, men fær ikki hildið føðingardagin sum ætlað vegna koronastøðuna. Bárður á Steig Nielsen hevur sent henni eisini heilsan.
Les meira: Drotningin fær gávuna úr Føroyum seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald