Innanlands

Løgmaður heldur røðu og leggur krans allahalgannadag í Havn

Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum leygardagin 1. november klokkan 14. Farið verður eisini niðan á minnisvarðan við kransi - Uni Næs, dómpróstur hevur andakt og bøn

2025-10-30 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska Sjómansmissiónin: Leygardagin 1. novembur er allahalgannadagur. Sum siðvenja er, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.

Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, leygardagin 1. novembur kl. 14.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, talar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur andakt.

Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan og dómpróstur heldur bøn og lýsir signingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder