Innanlands

Løgmaður: Landsstýrið vil luttaka á Nato-fundum

– Í samsvari við, at Nato í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-23 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski á fundum við danskar myndugleikar um at taka lut á viðkomandi Nato-fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá.

Tað svarar løgmaður millum annað í einum 52a fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni hjá Miðflokkkinum. Sí alt svarið her.

Jenis av Rana hevur m.a. spurt løgmann, hvussu langt ætlanirnar eru komnar um at senda "ein føroyskan ministara" saman við danska uttanríkismálaráðharranum á NATO-fundir, og hvør hevði skulað umboðað Føroyar á slíkum fundum.

– Í samsvari við, at Nato í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir. Vónandi bera ætlanirnar hjá landsstýrinum á mál innan ikki alt ov rúma tíð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

– Á Nato-toppfundum luttaka vanliga stjórnarleiðarar. Eisini eru aðrir fundir, har ávikavist uttanríkisráðharrar og verjumálaráðharrar hittast. Til hetta slag av fundum verða tað ávikavist løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, sum taka lut og umboða Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder