2020-01-05 11:23
Løgmansskrivstovan boðar í morgun frá, at Bárður á Steig Nielsen týsdagin verður á fundi verið danska forsætismálaráðharran og grønlendska landsstýrisformannin í Keypmannahavn.
Á fundinum fara stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu tey skifta orð um Arktis.
Meðan løgmaður er í Danmark, skal hann fyri fyrstu ferð í sínari stjórnartíð hitta Margrethu drotning.
Metta Frederiksen var fyrst í november á vitjan í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald