Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skal nú svara eini røð av spurningum, sum snúgva seg um koronakanningarnar, sum nú skulu gerast av privatum fyritøkum av øllum ferðandi, ið koma til Føroyar.
Tað er Høgni Hoydal, sum hevur sett løgmanni heilar tíggju spurningar. Hetta verður gjørt eftir, at tað, hóast fleiri royndir, ikki eydnaðist Høgna Hoydal at fáa svar upp á spurningarnar undir drúgvu viðgerðini, sum var á løgtingi fríggjadagin.
Høgni Hoydal vil eitt nú hava at vita hvør hevur ført samráðingar og gjørt avtalur við privatu fyritøkurnar, hvør eigur hesar fyritøkur og hvørji manna nevndirnar, hvussu arbeiðið er boðið út, hvussu kostnaðurin er ásettur, hvør heilsumyndugleiki hevur eftirlitið og hvør landsstýrismaður hevur landsstýrismannaábyrgd av hesum avgerðum.
Tveir samgongulimir íblandaðir
Tað er ein sannroynd, at minst tveir løgtingslimir eru innblandaðir í tær báðar fyritøkurnar, sum skulu gera royndirnar, Amplexa a/s og Spf. Thetis.
Christian F. Andreasen tinglimur fyri Fólkaflokkin er nevndarlimur í Spf. Thetis og eisini í pf. SMS, sum eigur felagið.
Hitt felagið, Amplexa Genetics a/s er skrásett og hevur høvuðssæti í Danmark, men tað er føroyska partafelagið Conseco, sum eigur felagið. Stovnari og nevndarformaður í hesum felag, er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Stjóri í bæði Pf. Conseco og Amplexa Genetics a/s er bróður Jóhans, Hans Atli Dahl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald