Síðani løgtingsárið 2014 hevur verið ásett, at øll uppskot frá landsfyrisitingini skulu eftirkannast.
Tað er lógartænastan í Løgmálaráðnum sum hevur ábyrgdina av eftirkanningunum, og í løgtingsárinum 2023 eftirkannaði lógartænastan tilsamans 158 uppskot.
Lógartænastan eftirkannaði 96% av uppskotunum innan fimm yrkadagar og 99% av uppskotunum vóru eftirkannað innan átta yrkadagar, skrivar Løgmálaráðið.
Í ársfrágreiðingini hjá Løgmálaráðnum, sum kann lesast her, verður m.a. víst á, at talið á eftirkanningum er lægri enn undanfarin ár, og tað lægsta talið, síðani farið var undir at gera ársfrágreiðingar fyri 10 árum síðani.
Tað verður framvegis mett, at ov stórur partur av uppskotunum hjá landsstýrinum ikki verða løgd á almanna ummælisportalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald