Innanlands

Løgmálaráðið: Inntøkukrav til útlendingar

Útlendingakunngerðin fyri Føroyar er broytt soleiðis, at krav verður nú sett til inntøkuna hjá útlendingum við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum ynskja at fáa familjuna við sær til landið

2023-09-01 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað hevur víst seg, at fleiri útlendskar familjur, sum eru komnar til Føroya seinastu árini sum samfylgjandi familja, hava havt trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Tá hesar familjur samstundis hava havt avmarkaðan rætt til almannaveitingar, gerst støðan uppaftur truplari.

Ítøkiliga merkir broytingin í kunngerðini, at eitt minstakrav verður sett til inntøkuna, meðan tey eru í Føroyum.

– Tá ið vit loyva fólki at koma til Føroya í vinnuligum ørindum eru vit noydd at tryggja okkum, at tey eisini klára seg og trívast í landinum, og at ikki fleiri familjur enda í fátækraváða, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Tað er danska Útlendinga- og integratiónsmálaráðið sum hevur framt kunngerðarbroytingina eftir áheitan frá Løgmálaráðnum.

Snarskipanin varð sett í verk á heysti 2021, og føroyskir arbeiðsgevarar hava síðani kunnað útvegað sær arbeiðsmegi kring allan heimin. Sama tíðarskeiðið er talið á útlendingum, ið koma til landið sum samfylgjandi familja, meira enn tvífaldað. Í 2021, sama ár sum snarskipanin varð sett í verk, komu tað sostatt 48 útlendingar til Føroya sum samfylgjandi familja. Í 2022 var talið 118 – av hesum vóru 78 børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder