Innanlands

Løgmansflokkurin gongur aftur og Javnaðarflokkurin størstu framgongdina

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum in.fo kunngjørdi í dag. Kanningin vísir eisini at Fólkaflokkurin og Framsókn ganga fram

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Sambandsflokkurin ganga aftur í nýggjari veljarakanning (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Sambandsflokkurin ganga aftur í nýggjari veljarakanning (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-15 17:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðarflokkurin hevði verið størstur um val var nú, vísir veljarakanning sum Spyr.fo gjørdi 13. august, og sum tíðindasíðan in.fo kunngjørdi í dag.

Flokkurin við Akseli V. Johannesen á odda hevði sambært kanningini fingið 25,8 prosent av atkvøðunum í mun til 22,2 prosent á valinum í fjør. Hetta hevði givið Javnaðarflokkinum níggju tingsessir í mun til sjey, sum flokkurin hevur í dag.

Hin stóri flokkurin hevði verið Fólakflokkurin við 25 prosentum av atkvøðunum, og átta tingsessum. Hetta er 0,4 prosent stig fleiri enn til løgtingsvalið í fjør, men talið av sessum hevði veri ðtað sama.

Sambandsflokkurin sum hevur løgmann hevði havt eina afturgongd og hevði mist ein tingsess, sambært kanningini. Flokkurin fær 17,9 prosent av atkvøðunum, sum er 2,4 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum.

Tjóðveldi hevur eina lítla afturgongd, og fær 17,6 prosent av atkvøðunum, sum er 0,5 prosentstig minni enn á valinum, men varðveitir seks tingessir.

Framsókn stendur til at fáa eina framgongd við tveimum prosentstigum og kemur upp á 6,6 prosent av atkvøðunum, og varðveitir tveit tingsessir.

Miðflokkurin hevur lítla afturgongd, men varðvetir sínar báðar tingessir, meðan Sjálvstýri sambært kanningini ikki hevði fingið umboðan á tingi.

Í kanningini, sum in.fo hevur kunngjørt í dag, siga 7,8 prosent seg ikki vita hvat tey høvdu atkvøtt, 1,4 prosent siga seg ikki fara á val og 1,4 prosent høvdu atkvøtt blankt.

Úrslit av veljarakanningini 13. august, Spyr.fo

Fólkaflokkurin 25%, 8 tingsessir (0)

Sambandsflokkurin 17,9%, 6 tingsessir (-1)

Javnaðarflokkurin 25,8%, 9 tingsessir (+2)

Sjálvstýri 2,3%, 0 tingsessir (-1)

Tjóðveldi 17,6%, 6 tingsessir (0)

Framsókn 6,6%, 2 tingsessir (0)

Miðflokkurin 4,9%, 2 tingessir (0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder