Í gjár var fyrsta viðgerð í Løgtingsmál 51/2019, sum er uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum - Dátuverndarlógin. Eftir orðaskifti varð málið beint í Rættarnevndina.
Landsstýrið vil við nýggju dátuverndarlógini hækka um persónsverndina hjá vanliga føroyinginum, tá ið teirra persónsupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eitt høvuðsmál er, at viðgerðin altíð virðir persónliga frælsið hjá tí einstaka, og at tann skrásetti borgarin í størri mun fær ræði á sínum egnu persónupplýsingum. Hetta skrivar Løgmansskrivstovan í samband við uppskotið.
- Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum
Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen um málið. Sum løgmaður varðar hann av løgmálum í landsstýrinum.
Í nýggju lógini verða ymisk rættindi tryggjaði, og hon leggur seg upp at ES-fyriskipanini GDPR frá 2018, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.
Til ber at lesa uppskotið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald