2020-11-10 21:50

Í Skopunar kommunu var tætt og spennandi val. Listi A fekk 159 atkvøður og listi B fekk 153 atkvøður.
Tað merkir at listi A hevur vunnið sær trý umboð og hevur meirilutan, meðan listi B fær tvey umboð í kommunustýrinum.
Borgarstjórin seinastu nógvu árini, Gerhard Lognberg á lista A, fekk 64 atkvøður. Marjun S. Debes fekk næstflestar atkvøður við 56 atkvøðum.
Sostatt bendir alt á, at Gerhard Lognberg heldur fram sum borgarstjóri.
Nýggja kommunustýrið í Skopunar kommunu:
Gerhard Lognberg 64 atkvøður
Marjun S. Debes 56 atkvøður
Winnie Kjærbo 45 atkvøður
Fríðfinn Nicolajsen 32 atkvøður
Hallmar Winther 21 atkvøður
Valluttøkan var 91,6 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald