Innanlands

Løgreglan: 275 fólk vildu sleppa at blása

Í gjár boðaði løgreglan frá, at tey í nakrar tímar fóru at loyva festivalgestum í Gøtu at blása í alkometrið, og talan var um eitt væleydnað átak, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-21 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við G! Festivalin, sum hevur verið í Gøtu um vikuskiftið, hevði løgreglan í gjár eitt átak, at fólk kundu sleppa at blása í alkometrið fyri at vita, um tey vóru før fyri at koyra til hús, og talan var um eitt væleydnað átak, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tilsamans 275 fólk komu at lata seg kanna, og av teimum vóru 60, sum ikki vóru koyrifør.

– Hetta var væl móttikið, og vit meta ikki, at tað varð misbrúkt, sigur vaktleiðarin.

Undanfarin ár hava fólk ringt til løgregluna at spyrja, um tey kunnu sleppa at blása í alkometrið, men hetta er fyrstu ferð, at tað er skipað á hendan hátt, og átakið verður nú eftirmett fyri at vita, um hetta er nakað, sum skal endurtakast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder