2018-07-16 09:25
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at náttin hevur verið serstakliga friðarlig og sunnudagurin við.
Løgreglan fór tó út í nátt og gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni.
Tað var á leið klokkan 01 í nátt, at tveir bilførarar vórðu tiknir Millum Fjarða. Teir vórðu máldir at koyra ávikavist 122 og 105 kilometrar um tíman, og báðir bilførarar vórðu sendir heim við einum klippi í koyrikortinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald