2023-07-22 14:21
Løgreglan ávarar ímóti følskum SMS-boðum, sum eru í umferð í løtuni.
Móttakarin fær boð um, at ein vøra, hann hevur bílagt, er afturhildin, og at eitt gjald verður kravt.
Móttakarin verður biðin um at trýsta á eitt leinki, men hetta skal tú ikki gera, sigur løgreglan.
Fært tú eini slík SMS-boð, skalt tú síggja burtur frá tí og ikki geva nakrar persónligar upplýsingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald