Innanlands

Løgreglan ávarar um pornografiskt tilfar í umferð

Tað er revsivert at víðarisenda slíkar filmir

2020-08-21 15:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan ávarar nú móti einum filmsbroti við barnapornografiskum tilfari, sum er í umferð á sosialu miðlunum í Føroyum.

Filmsbrotið er av naknum drongi undir 18 ár.

Føroya Politi ger í hesum sambandi vart við, at tað er revsivert at breiða út pornografiskar myndir og filmsbrot av persónum undir 18 ár, smb. § 236, stk. 1 í revsilógini. Hetta merkir, at tað er revsivert at deila barnapornografiskar myndir og filmsbrot.

- Henda sakin minnir um sokallaðu ”Umbrella” sakina í Danmark, har fleiri enn túsund persónar blivu skuldsettir fyri útbreiðslu av líknandi filmsbroti. Føroya Politi vil tí staðiliga heita á fólk um at lata vera við at deila áðurnevnda ella líknandi filmsbrot. Um tú móttekur filmsbrotið, skalt tú beinanvegin strika tað av tínari eind, og undir ongum umstøðum senda filmsbrotið víðari, skrivar løgreglan í fráboðanini.

Tað, at ein hevur fingið eina mynd sendandi, merkir ikki, at ein harvið hevur rætt at deila hana. Revisramman fyri brot á grein 236, 1. stk., er fongsul í upp til tvey ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder