Innanlands

Løgreglan blandar seg ikki uppí blokadur

Hetta kemur bert fyri, um bardagar ella nakað líknandi kemur fyri í hesum støðunum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við, at tað er ólógligt at blokera lógligum arbeiði. Hetta er tó ikki nakað, ið løgreglan ger nakað við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við, at tað er ólógligt at blokera lógligum arbeiði. Hetta er tó ikki nakað, ið løgreglan ger nakað við (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-21 08:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum síggjast nakrar sonenvdar blokadur í sambandi við verkfallið. Hetta er millum annað, tá okkurt skip hevur verið á veg inn, ella tá bussar eftir ætlan skuldu fara í koyring.

Sí eisini: 
Bussleiðir hjá SSL ávirkaðar av forðingum
Farmaskipini sloppin av við sandin

Umboð fyri arbeiðarafeløgini sita blokaduvakt ymsastaðni. Hetta fyri at syrgja fyri at fólk ikki taka upp verkfallsrakt arbeiði.

Í gomlum døgum hevur tað verið eitt onkutíð verið eitt sindur rokaligt í slíkum førum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli, skriv um, at tað er brot á lógina at blokera lóligt arbeiði.

Sí eisini: Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

Løgreglan staðfestir nú, at tað er bert, um bardagar/harðskapur ella okkurt líknandi kemur fyri, at løgreglan leggur uppí hetta virksemi. Annars blandar løgreglan seg ikki uppí verkfallið.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder