Innanlands

Løgreglan eftirlýsir stolnan persónbil

Talan er um ein gráan Opel Astra árg. 2007 við nummarplátuni BD153

(Mynd: Føroya Politi/Facebook)

(Mynd: Føroya Politi/Facebook)

2025-08-08 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan eftirlýsir í løtuni ein stolnan persónbil.

Talan er um ein gráan Opel Astra árg. 2007 við nummarplátuni BD153.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at bilurin hevur staðið uttanfyri eitt bilverkstað og er stolin onkuntíð millum 29. juli og 7. august.

Um fólk hava nærri upplýsingar um bilin, kunnu tey ringja til løgregluna á tlfnr: 351448 ella 114.

Dagføring kl. 12.34: Løgreglan boðar frá, at bilurin er funnin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder