
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fimm mál um rúsdrekkakoyring.
Fyrsta málið var á middegi í gjár. Tá varð ein bilførari í Klaksvík tikin fyri at koyra ávirkaður. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani varð hann leyslatin aftur.
Seinnapartin - nakrar fáar tímar seinni - kom ein fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í Klaksvík. Ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil, og fráboðarin metti, at førarin var ávirkaður.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um sama bilførara, sum varð tikin á middegi. Sostatt hevur hann tvær skuldsetingar um rúsdrekkakoyring.
Seinnapartin í gjár varð ein bilførari eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og tveir aðrir vórðu tiknir fyri tað sama í Sandoynni tíðliga í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald