Málið um arbeiðsviðurskifti og hendingar, sum skulu vera farnar fram hjá Farhat'sa Pitsa, hevur tikið eina sjáldsama vend.
Frihedsbrevet.fo skrivar í dag, at tær álvarsligastu ákærurnar móti Farhat Bourbia, sum vóru um harðskap eru tiknar aftur. Ákærurnar vóru frá Saber Haddad, sum nú hevur broytt frágreiðing í málinum.
- Løgreglan hevur fingið fráboðan um falska frágreiðing í málinum. Vit hava reist ákæru í málinum, men síðani hava vit so fingið fráboðan um, at tað ikki passar, sum ein av teimum órættaðu sigur, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni.
Løgreglan má tískil nú kanna alt málið av nýggjum fyri at finna fram til, hvat er hent
Sambært Saber Haddad, skal hann vera trýstur av øðrum tunesiskum monnum at lúgva um Farhat Bourbia fyri løgregluni og fyri Kringvarpinum, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Farhat Bourbia varð annars í summar ákærdur fyri tvey brot á §266 í revsilógini um hóttanir fyri í tveimum førum at hava hótt starvsfólk við harðskapi. Eisini varð hann ákærdur fyri eitt brot á §244 í revsilógini um harðskap fyri at hava sligið eitt starvsfólk tvær ferðir í høvdið.
Tað var í ársins seinastu Degi og viku í 2022, at søgan kom fram á fyrsta sinni.
Les eisini: Farhat vísir ákærunum aftur: Umhugsar at kæra innslagið
Les eisini: Bill Justinussen kennir einki til søgurnar um trælahald, hungur og harðskap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald