Innanlands

Løgreglan: Finnið annað stað at bíða til tunnil letur upp

Eysturoyartunnilin er stongdur í nøkrum umførum frá klokkan 22 til midnátt í kvøld. Hetta hevur við sær bíðirøð í rundkoyringunum

(Mynd: Løgreglan)

(Mynd: Løgreglan)

2023-07-06 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan heitir í kvøld bilførarar, sum bíða eftir at Eysturoyartunnilin letur upp, um ikki at bíða standa í rundkoyringini og bíða.

Hetta forðar aðrari ferðslu, sigur løgreglan, sum heitir á fólk um at fara aðrastaðni at bíða.

Tað er í sambandi við streymslitið týskvøldið, at neyðugt er við smærri elektriskum umvælingum í Eysturoyartunlinum. Tískil er tunnilin stongdur í trimum umførum í kvøld millum klokkan 22 og midnátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder