
Seinastu dagarnar hevur Summar Festivalur verið í Klaksvík, og sambært løgregluni hevur tað verið øgiliga friðarligt.
Har hava verið illstøður, har løgreglan hevur verið noydd at leggja seg uppí, og eisini hava samarittarnir tikið sær av onkrum fólkum, sum hava havt tørv á hjálp, men sum heild hevur verið friðarligt. Serliga í nátt hevur verið óvanliga friðarligt, tá hugsað verður um, at tað hevur verið sunnunátt og Summar Festivalur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Har er tó ein hending frá í nátt, sum skal kannast nærri. Løgreglan veit ikki rættiliga, hvat er hent, og um nakar skal skuldsetast fyri harðskap í hesum sambandi.
Í sambandi við festivalin hevur løgreglan eisini hjálpt fullum fólkum, m.a. onkrum, sum var undir 15 ár, og tí varð sosialrapport skrivað, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald