
Beint eftir klokkan trý í nátt steðgaði og kannaði løgreglan ein bil í Norðurøkinum.
Fýra ung fólk vóru í bilinum, og hetta eru fólk, sum løgreglan kennir, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Í bilinum fann løgreglan eina minni nøgd av hashmix og útgerð at roykja hash við. Førarin er skuldsettur í málinum og hevur játtað seg sekan, og fær hann eina bót fyri hetta.
Um somu tíð fekk løgreglan eisini eina fráboðan úr Havn frá einum persóni, sum segði seg hava verið úti fyri harðskapi.
Viðkomandi varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum.
Málið verður kannað nærri, og avhoyringar verða gjørdar seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald