Innanlands

Løgreglan funnið Volvo-bilin

Bilurin sum danska løgreglan seinnapartin sóknaðist eftir er nú funnin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-09-28 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur síðani seinnapartin sóknast eftir einum svørtan Volvo V90 við svenskum nummarplátum, og heldur seg nú hava funnið rætta bilin.

Tað upplýsti løgreglan á tíðindafundi í kvøld, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

- Vit hava fingið hendur á eitt akfar, sum vit halda er tað rætta, sigur politiovasti hjá løgregluni í Keypmannahavn, Jørgen Bergen Skov.

Nú fer løgreglan at kanna bilin.

Løgreglan segði fyrr í dag, at í bilinum vóru væntandi tríggir persónar, sum vera settir í sambandi við alvorligan kriminalitet. Men løgreglan vil ikki siga nakað um nakar er handtikin.

Stóra politiaktiónin, sum fór í gongd tíðliga seinnapartin, tá Stórabeltsbrúgvin og brúgvin um Oyrasund vóru stongdar, umframt at tok og ferju-samband varð lagt lamið,  er framvegis í gongd, men løgreglan sigur, at borgarar ikki skulu óttast, sigur løgreglan.

Løgreglan væntar ikki at koma við fleiri upplýsingum í dag, skrivar Danmarks Radio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder