Í løtuni er ein grind við upp til 100 hvalum, sum varð funnin í Hestfirði, á veg inn á Havnina.
Sí eisini: Grindin er komin inn um Kirkjubønes
Skipið hjá Paul Watson er ávegis og er í Kalsoyarfirði. Sambært honum sjálvum er ivasamt, um tey náa tað. Hetta hevur hann skrivað á Facebook. Drápið byrjar allarhelst hvørja løtu.
Myndir frá FishFacts og øðrum vísa, at John Paul de Joria er komið innum markið á 12 fjórðingar - tað sum skipið sambært nýggjastu føroysku kunngerðunum ikki hevur loyvi at fara innum.
Reyða linjan er 12-fjórðinga markið. Fyri løtu síðani fór skipið hjá Paul Watson innum tað - nú er tað útfyri Kallsoynni (Mynd: fishfacts.fo)
Til ber eisini at fylgja skipinum á vesselfinder.com
Summar síður vísa eisini, at danska verjuskipið Hvidbjørnen er nær við eisini, og útfrá samrøðuni hjá Portalin við vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn fyri løtu síðani, so er hendan støðan hjá hægri myndugleikum.
Hann upplýsti, at sýslumaðurin hevði kunnað um, at grindin verður hildin til, og at løgreglufólk sum vanligt vera til staðar. Tað er partur av arbeiðnum at syrgja fyri, at eitt grindadráp kann fara fram sum vanligt.
Tó hugsa tey, sum eru á vakt, ikki um hvat Paul Watson og hansara fólk gera. Tað taka tey sær ikki av í verandi støðu.
Víst var til onnur fólk í skipanini; millum annað til fútan. Norðlýsið hevur júst lagt myndir út av verjuskipinum Tjaldrinum og John Paul de Joria í Djúpunum.
Innanlands
Løgreglan: Fyrihalda seg sum vanligt til grindadráp
Hvat Poul Watson og hini á John Paul de Joria gera, taka tey sum eru á vakt á løgreglustøðini sær ikki av. Løgreglufólk vera tó til staðar í Sandagerði, og onnur eru á málinum
Poul Watson og hansara fólk eru millum oyggjarnar, og spurningurin er, hvat hendir nú. Málið er hjá høgum myndugleikum
2023-07-09 16:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald