Innanlands

Løgreglan givin at leita eftir meksikanska manninum

Leitað verður tó framvegis eftir teimum báðum suðurkoreansku kvinnunum, og hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð tær

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-07 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur løgreglan leitað eftir einum meksikanskum manni og tveimum suðurkoreanskum kvinnum, sum øll eru horvin nærindis Trælanípuna og Bøssdalafoss í Vágum, og enn er eingin teirra komin afturíaftur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tey eru givin at leita eftir meksikanska manninum, sum varð eftirlýstur hóskvøldið.

Løgreglan hevur roynt allar møguleikar tó uttan úrslit, men løgreglan vil framvegis hoyra frá fólki, um tey hava sæð hann.

Talan er um 68 ára gamla Pedro Enrique Moreno Hentz, sum varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Havn mikudag fyrrapart. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag. Hósdag seinnapart varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.

Fleiri fráboðanir um suðurkoreansku kvinnurnar
Leitað verður tó framvegis eftir suðurkoreansku kvinnunum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park, sum vórðu seinast sæddar í Miðvági týsdagin á leið klokkan 16.45. Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag klokkan 20.46.

Kvinnurnar hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár.

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum: hvítari, síðari skjúrtublusu, svørtum gamassjubuksum, hvítum tennissokkum við svørtum strípum, og svørtum gongustilvum í øklahædd.

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum halda seg hava sæð suðurkoreansku kvinnurnar aftaná tær seinast vórðu sæddar.

Fráboðanir eru komnar um, at tær eru sæddar ymsastaðni í Føroyum, m.a. á Streymoynni og Eysturoynni. M.a. er boðað frá, at tær møguliga eru sæddar í einum handli ella úti at ganga túr. Løgreglan hevur m.a. kannað vakmyndatól fyri at finna tær, men enn hava kanningarnar ikki givið úrslit.

Les eisini: Vóru í hvítum klæðum, sum mintu um líkverjur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder