Innanlands

Løgreglan heldur gott eyga við gul-bláu fjepparunum

Roknast kann við larmi í Havn í sambandi við fótbóltsdystin á Tórsvølli í kvøld

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-07-24 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan er massivt til staðar, nú fleiri danskir fótbóltsfjepparar í gulum og bláum eru komnir til Føroyar í sambandi við dystin á Tórsvølli í kvøld millum HB og Brøndby.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at higartil hevur alt gingið friðarliga fyri seg, men løgreglan fylgir fjepparunum allatíðina.

- Vit eru til staðar á flogvøllinum fyri at vegleiða teimum, og í gjárkvøldið vóru vit manssterk í býnum, so at viðhaldsfólkini skuldu leggja til merkis, at vit halda eyga við teimum, og vit fylgdu eisini nøkrum í gulum heim á hotellið aftur tá skeinkistøðini lótu aftur um tvey tíðina í nátt.

Í Havn er tað soleiðis, at kommunan hevur givið skeinkistøðunum í býnum loyvi til at hava opið til klokkan 2 allar dagar í vikuni her á hásumri og fram til 1. september.

Óvist er hvussu nógvir Brøndby-fjepparar koma til býin í sambandi við dystin á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld. Í fyrsta umfari vóru 500 atgongumerki seld til útiáskoðarar, men tey hava biðið um fleiri, so løgreglan roknar við, at talið av Brøndby-fjepparum verður heldur væl størri til dystin í kvøld.

- Vit eru ikki so bangin um, at tað fer at enda við ófriði og bardaga, tí hóast Brøndby-fjepparar bera orð fyri at kunna fara harðliga fram, so er tað typiskt einans ímóti fjepparunum hjá mótstøðuliðinum. Í Føroyum hava vit ikki nakra ógvusliga hooligan-mentan, so vit vóna, at alt fer at fara friðarliga fram, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, og leggur afturat:

- Men vit skulu rokna við nógvum larmi í býnum í dag og í kvøld. Men vit eru fyrireikað upp á allar teinkiligar støður, og okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at gestirnir kunnu njóga dagin, veðrið og dystin í kvøld.

Ein avbjóðing er, at ein friðargonga verður í býnum í kvøld klokkan 18. Ikki tí at tað er orsøk til stóran vanda, men løgreglan ætlar at royna at tryggja, at hesi bólkar ikki renna seg í hvønn annan, sigur vaktleiðarin. 

(08.52: Tíðin fyri friðargonguna rættað)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder