Seinnapartin í gjár varð líkið av einum útlendskum sjómanni funnið við Vestaru bryggju í Havn.
Talan var um ein póllending, sum siglir við føroyskum fiskiskipi, sum var saknaður í gjár, upplýsir løgreglan.
Løgreglan sigur, at maðurin hevði verið í býnum men fór tíðliga heim, men tá hann ikki var komin aftur til skipið um morgunin, varð hann eftirlýstur. Síðani varð líkið av honum funnið á botni tætt við skipið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at málið verður kannað. Líkskoðan hevur ikki verið enn, men fyribils er einki, sum bendir á, at talan er um nakað illgrunasamt. Helst er maðurin dottin ímillum skip og bryggju á veg umborð.
Myndugleikar í Póllandi verða kunnaðir, og tey avvarðandi hava eisini fingið boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald