2023-11-15 08:38
Um tú sært vápnað løgreglufólk í Havn í dag, er einki at óttast, tí talan er bert um eina venjing.
Løgreglan hevur nevniliga aftur venjingar í dag.
Fyrrapartin verða venjingar við Bacalao á Vestaru Bryggju í Havn, og seinnapartin verður vant úti við fjósini í Havnadali, boðar løgreglan frá.
Í gjár varð vant við Bacalao og í Gomlu Hoyvíkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald