Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan.
Fríggjakvøldið stutt áðrenn klokkan sjey fekk løgreglan eina fráboðan um, at grót var dottið undan loftinum í Vágatunlinum, og hetta hevði við sær, at tunnilin var stongdur eina løtu.
Tað var ein bilførari, sum boðaði frá, at hann hevði sæð nakrar steinar á stødd við ein neva, detta niður. Sum skilst var talan um nakrar fáar steinar.
Landsverk fór út at kanna málið, og um klokkan hálvgum átta, hevði Landsverk ruddað tunnilin, og hann kundi lata uppaftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt hevur løgreglan verið úti á skeinkistøðunum í Havn og í Klaksvík, og í hesum sambandi kannar løgreglan tvey mál. Tað eina snýr seg um ein bardaga á einum skeinkistaði í Havn. Ein persónur hevur fingið onkrar snuddir, men løgreglan veit ikki akkurát, hvat er hent.
Eisini var ein hending á einum skeinkistaði í Klaksvík, sum verður kannað nærri. Tað er ikki greitt, um talan er um harðskap ella brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald