2023-11-14 08:28
- Nøkur konsept skulu roynast, og tí skulu borgarar ikki óttast, um tey møta alvápnaðum løgreglufólkum í økinum við Vestaru bryggju í Havn og í økinum niðri í Hoyvík – eisini rópt ‘gomlu Hoyvíkini’.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini vil ikki koma nærri inn á hvat fyri ‘konsept’ talan er um. Men hesar venjingar innibera vælmannað og -vápnað løgreglulið.
Vant verður í tríggjar dagar fram til hósdagin. Í dag eru venjingar á skránni bæði fyrrapart og seinnapart, upplýsir løgreglan, sum eisini setir kunnandi skelti upp í sambandi við venjingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald