Seinasta samdøgrið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Gott veður var í gjár, so nakað av fólki hevur verið í býnum, men tey hava skikkað sær væl. Tó hevur løgreglan í hesum sambandi hjálpt onkrum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum.
Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan gjørt fleiri málrættað ferðsluátøk móti ferð og rúsdrekkakoyring. Yvir 30 bilar vórðu steðgaðir í Havn, og eisini stóð løgreglan í tveir tímar og kannaði ferðsluna í Kollafirði og í Vágum. Men har var einki mál skrivað.
Eisini hevur løgreglan vitjað skeinkistøð í høvuðsstaðnum fyri at vita, um alt var, sum tað átti, og tað var tað.
Leygardagin var løgreglan eisini úti og kannaði skeinkistøð og ferðslu kring landið, og tá varð bert eitt mál skrivað - ein bilførari, sum koyrdi ávirkaður á Viðareiði.
– Hetta hevur verið eitt gott vikuskifti higartil, má mann siga, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald