Innanlands

Løgreglan: Higartil hevur verið friðarligt á Summar Festivalinum

Ein bilførari varð tó tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík í morgun

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-08 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Klaksvík er Summar Festivalurin á skránni í hesum døgum, men higartil hevur festivalurin gingið friðarliga fyri seg, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Har var ein illstøða millum tveir persónar, men teir vórðu sendir í hvør sína ætt, áðrenn tað endaði við bardaga.

Løgreglan skrásetti tó eitt mál um rúsdrekkakoyring í Klaksvík klokkan fýra í morgun.

Viðkomandi varð tikin, eftir at løgreglan fekk eina fráboðan um, at hann var farin av einum bústaði í bili, hóast hann var ávirkaður, og tá hann kom aftur á bústaðin tók løgreglan ímóti honum.

Viðkomandi varð handtikin, og blóðroynd varð tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder