2024-11-15 07:45
Seinastu vikuna hevur løgreglan arbeitt við eldsbrunanum í almenna vesinum í Mylnugøtu millum Vágsbotn og Vaglið leygardagin.
Eldurin kyknaði í einum ruskílati og staðfest er, at tað ikki festi í av sær sjálvum.
Eingi vakmyndatól eru í økinum, og heldur ikki var nakað vitni til eldin.
Men løgreglan heldur seg kortini hava funnið fram til tann, sum skal hava sett eld á, og fer at seta seg í samband við viðkomandi ein av næstu døgunum.
Talan er ikki um ein óvita, men eitt vaksið fólk, upplýsir løgreglan.
(Mynd: Ronnie Thomassen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald