Innanlands

Løgreglan kannar arbeiðsvanlukku

Ein ungur maður lat lív fyrrapartin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-22 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eina arbeiðsvanlukku á vinnuøkinum á Hjalla í Havn.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at vanlukkan, sum varð fráboðað um 11-tíðina fyrrapartin, hevur kravt eitt mannalív. Talan er um ein ungan mann í 20unum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er kunnað, og meira um málið fær løgreglan ikki sagt í løtuni, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder