
Nógvir bátar eru komnir á Ovastevnu í ár og nú hon er at fara bátafólk so smátt at leita sær heim aftur.
Løgreglan hevur teirra bát úti í Nólsoy í morgun og kannar um alt er í ordan, tá bátaførarar loysa.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at fleiri ynskja at sleppa at blása í alkometrið áðrenn tey annaðhvørt koyra ella sigla, fyri at tryggja sær, at alt er í lagi.
Annars er boðskapurin tann, at hava fólk drukkið og ikki føla seg til at koyra, lat so vera. Tí alkometrið verður bara sum ábending.
Á Ovastevnu hevur sum heild verið friðarligt. Fyriskipararnir meta at eini 4000 fólk vóru í Nólsoy í gjár og í nátt. Seinastu gestirnir vóru førdir yvir um fjørð klokkan 5:30 í morgun.
Onkur ósemja var millum stevnugestir, men løgreglan var til staðar og fekk tosað partarnar til sættis. Sum heild var gott lag og góður hýrur í Nólsoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald