Innanlands

Løgreglan kannar mál um eldáseting

Seinnapartin í gjár var boðað frá eldi við fótbóltsvøllin við Løkin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-11 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um møguliga eldáseting í Runavík.

Tað varð klokkan 16 seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldi við fótbóltsvøllin við Løkin. Eldurin var kyknaður í einum skúri, sum stóð uppat áskoðaraplássinum.

Sløkkiliðið varð boðsent, og sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var sløkkiliðsleiðarin fyrstur á staðið, og eydnaðist tað honum at sløkkja eldin við eldsløkkjaranum, hann hevði í bilinum.

Vaktleiðarin sigur, at tey hava sterkan illgruna til, at eldurin var ásettur, og fara tey m.a. at tosa við vitni í dag fyri at royna at finna útav, hvør gerningsmaðurin er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder