Innanlands

Løgreglan kannar møguligt harðskapsmál

Tveir mans komu til ilnar í Havn í gjárkvøldið, og málið verður kannað nærri í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-28 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men kortini hevur verið rættiliga friðarligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tó kannar løgreglan eitt møguligt harðskapsmál.

Tað var stutt fyri midnátt, at tveir mans komu til ilnar í Havn, og tað málið verður kannað nærri í dag.

Sum skilst fekk eingin álvarsligan skaða, og er enn ikki greitt, um tað verður til eitt harðskapsmál, ella brot á skilhaldsreglarnar.

Løgreglan hevur nøvnini á báðum pørtum og onkrum vitnum, sum tey fara at avhoyra.

– Tá fólk eru so full, er tað ringt at práta við tey um náttina, so vit mugu kanna eitt sindur nærri í dag, tá partarnir eru blivnir edrúir, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan hevur eisini havt ein sovandi gest á støðini í nátt. Talan er um ein mann, sum varð funnin avdottin niðri í býnum um fýra-tíðina. Hann var so fullur, at hann kláraði ikki seg sjálvan, og tí varð hann tikin við á støðina at sova rúsin av sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder