Innanlands

Løgreglan kannar tvey harðskapsmál

Nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið í sambandi við Voxbotn, og tvær fráboðanir hava verið um harðskap í Havn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-23 08:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin var Voxbotn konserttiltakið á skránni í Havn, og í hesum sambandi hava rættiliga nógv fólk verið í býnum um vikuskiftið.

Løgreglan hevur havt eitt sindur at gera við at taka sær av fullum fólki, og fleiri eru eisini vorðin skuldsett fyri brot á skilhaldsreglurnar – tað, sum fyrr varð nevnt politiviðtøkurnar. Sum heild hevur verið friðarligt, men tó vórðu tvey harðskapsmál fráboðað í høvuðsstaðnum.

Tað fyrsta málið snýr seg um tveir mans, sum komu til hendurs inni á einum dansistaði leygarnáttina, og tað endaði við, at eini persónurin mátti á skaðastovuna. Talan var um grovan harðskap, men skaðin kundi, eftir umstøðunum, verið meira álvarsamur, enn hann var.

Sunnunáttina var so enn eitt harðskapsmál. Her var talan um eina støðu, sum var íkomin inni á konsertøkinum millum tveir konsertgestir. Starvsfólk á økinum blakaðu brotsmannin út, og fer løgreglan at fáa fatur á teimum fyri at fáa greiðu á, hvat tað er, sum er hent.

Málið verður enn kannað, og tí kann løgreglan ikki siga so nógv um tað í løtuni, men upplýst verður, at eingin hevur fingið álvarsaman skaða. Órættaði hevur møguliga brotið nøsina, so tað skal kannast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder