2025-09-04 22:11

Føroya Politi leitar í løtuni eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.
Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. september 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag, sigur løgreglan.
Seinnapartin í dag (4. september 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald