Innanlands

Løgreglan leitar eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnum

Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið kl. 16.45

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-06 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Politi leitar í løtuni eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park.

Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið kl. 16.45. Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag 2. september kl. 20.46.

Kvinnurnar hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár.

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:

  • Hvítari, síðari skjúrtublusu
  • Svørtum gamassjubuksum
  • Hvítum tennissokkum við svørtum strípum
  • Svørtum gongustilvum í øklahædd

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kann ringjast á tlf. 351448, skrivar Føroya Politi á Facebook í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder