Innanlands

Funnin: Løgreglan leitar eftir ungari kvinnu

Fleiri fráboðanir eru komnar um eina unga kvinnu í vesturbýnum í Havn, sum gongur í gráari hettutroyggju, grárum joggingbuksum og ongum skóm

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-17 19:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring kl. 21:03: Løgreglan boðar frá, at gentan er funnin aftur.

---

Løgreglan heitir á fólk í Tórshavn at halda eygu við einari ungari kvinnu, ið er ílætin gráari hettutroyggju, gráum joggingbuksum, og ongum skóm. 

Gentan er seinast sædd úti í vesturbýinum.

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at tað er ilt at siga hvussu gomul gentan er, men fleiri hava ringt og boðað frá, at tey hava sæð hesa gentuna. Løgreglan hevur havt hundar úti og leitað, men tað hevur ikki eydnast at funnið gentuna.

Hevur tú upplýsingar viðvíkjandi gentuni, ynskir løgreglan at hoyra frá tær á tlf. nr. 351448.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder