Innanlands

Løgreglan leitar eftir vitnum

Myrkur maður, ið tosaði enskt, royndi at gera seg inn á tvær 18 ára gamlar kvinnur í miðbýnum í havn sunnumorgunin 7. september

2025-09-24 15:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan leitar eftir vitnum í sambandi við eina neyðtøkuroynd, sum fór fram í miðbýnum í Havn sunnumorgunin 7. september klokkan gott fýra.

Hendingin byrjaði við, at tríggir mans komu yvir til tvær 18 ára gamlar kvinnur, sum sótu uttan fyri Margarinfabrikkina millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonar gøtu. Menninir tosaðu enskt. Eftir eina løtu fóru teir avstað.

Ein teirra kom tó aftur, og royndi at gera seg inn á kvinnurnar. Tá hetta miseydnaðist, rann maðurin frá staðnum. Brotsmaðurin, sum tosaði enskt, er myrkur í húðini og verður mettur at vera umleið 30 ár.

- Vit leita nú eftir vitnum, sum kunna hava sæð hendingina ella mannin renna frá staðnum hendan sunnumorgunin. Føroya Politi hevur telefonnummar 35 14 48. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder