Innanlands

Løgreglan: Náttarlívið er blivið friðarligari

Á politistøðini fegnast mann um, at tað er vorðið friðarligari í náttarlívinum, síðan skeinkistøðini eru byrjað at lata fyrr aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-27 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan skeinkistøðini byrjaðu at lata aftur klokkan tvey heldur enn klokkan fýra, er vorðið friðarligari í náttarlívinum, sigur løgreglan.

Fríggjadagin var lítið av fólki í býnum, og hevði løgreglan lítið at gera. Leygardagin var eisini friðarligt, hóast nógv fólk vóru í býnum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at onkrar ósemjur hava verið í nátt, men einki sum endaði við bardaga. Eisini hevur løgreglan verið boðsend til okkurt heim, og har eydnaðist tað løgregluni at sissa fólk.

Sum heild hevur verið friðarligari í náttarlívinum, síðan skeinkistøðini byrjaðu at lata aftur fyrr, og tað er at fegnast um, verður sagt av politistøðini.

Fólk fara fyrr í býin, og fara tey sostatt eisini fyrr heim úr býnum. Tey tykast heldur ikki at vera líka full, tá skeinkistøðini lata aftur klokkan tvey, sum tá skeinkistøðini høvdu opið til klokkan fýra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder