Innanlands

Løgreglan: Náttin hevur verið stak friðarlig

Ein smádrongur gekk einsamallur í Havn, og restir av hashi, umframt útgerð at roykja við, varð funnin í einum bili í Norðurøkinum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-13 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá klokkan var umleið átta í gjárkvøldið, varð ringt oman á politistøðini at boða frá, at mann hevði funnið ein trý ára gamlan drong, sum gekk einsamallur runt í Havn.

Stutt aftaná ringdi familjan hjá dreinginum oman á politistøðini at boða frá, at tey saknaðu ein drong, so alt spældi væl av, sigur løgreglan.

Tað vísti seg, at drongurin hevði verið og vitjað abba sín, og tað var tá, at hann var farin út at ganga einsamallur.

Í gjár var løgreglan eisini úti og kannaði bilar, og tá varð útgerð til at roykja hash umframt smáar restir av evninum funnin í einum bili í Norðurøkinum.

Hetta er ikki loyvt at hava uppiá sær, og tí fær førarin eina bót fyri hetta. Vakthavandi á politistøðini sigur, at bæði førarin og hin persónurin, sum sat í bilinum, eru skuldsettir í málinum.

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi varð løgreglan boðsend tvær ferðir í sambandi við bardaga í høvuðsstaðarøkinum. Men tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan kortini ikki var um bardaga men bert um harðmælt kjak.

Annars hevur talan verið um stak friðarligt kvøld og nátt, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder