
Týsdagin fekk løgreglan tvær fráboðanir frá støðum, har ein einstakir persónur órógvaði nógv.
Talan var um tveir ymiskar persónar - í báðum førum var tað í høvuðsstaðnum.
Á einum bústaði høvdu fólk so mikið nógvan ótta á sær, at tey ringdu eftir løgregluni. Útfrá upplýsingunum hjá vaktleiðaranum, var talan um ein persón, sum ikki búði á privata bústaðnum. Løgreglan syrgdi fyri at fáa hendan persónin av staðnum.
Soleiðis var eisini á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið. Hetta var við økið hjá læknavaktini.
Her var talan um ein persón, sum var ávirkaður av rúsdrekka og ein kenningur hjá løgregluni. Hann gjørdi av álvara vart við seg, og aftur noyddist ein patrulja at vísa viðkomandi av staðnum.
Løgreglan upplýsir, at persónarnir vórðu burturvístur, men at teir ikki fáa nakra revsing í málunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald