2025-08-24 09:24

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir løgreglan.
Í høvuðsstaðnum vóru ikki nógv fólk í býnum, men nógv fólk høvdu leitað sær til Klaksvíkar í sambandi við Sjómannadagin, og har gekk eisini alt friðarliga fyri seg.
Í Havn vórðu tveir mans tó skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar í sambandi við bardaga, og eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Í Klaksvík var ein illstøða, har løgreglan mátti leggja seg uppí, men tað bleiv ikki til nakað mál, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald