2020-08-09 10:18
Í nátt hevur verið stak friðarligt, og lítið av fólki hevur verið at sæð í náttarlívinum, sigur løgreglan.
Hetta er uttan iva orsakað av, at skeinkistøðini og matstovurnar nú skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 23.
Fríggjadagin var eitt stað í Eysturoynni, sum hevði opið til á midnátt, og er eigarin tann fyrsti at verða skuldsettur fyri brot á nýggju kunngerðina.
Les eisini: Breyt kunngerðina á fyrsta degi
Leygarkvøldið var tó eingin, sum hevði opið longri enn loyvt, og summi lótu enntá aftur áðrenn klokkan 23, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald