Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið friðarligt

Løgreglan var væl mannað á Tórsvølli og í náttarlívinum, men tað hevur sum heild verið øgiliga friðarligt

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-06 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan var væl mannað í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Kroatia í gjárkvøldið, og løgreglan upplýsir í morgun, at tað hevur gingið friðarliga fyri seg, bæði á Tórsvølli og í náttarlívinum.

Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og tíðliga í morgun varð ein persónur handtikin og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Talan var um ein føroying, sum var so illur í sær, so hann slapp at sita á løgreglustøðini í nakrar tímar.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at kroatarnir, sum komu til Føroyar í sambandi við landsdystin, byrja at fara av landinum í morgun, og er løgreglan til staðar á flogvøllinum í hesum sambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder