Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið heilt friðarligt

Hóast nógv hevur verið á skránni, hevur seinasta samdøgrið verið eitt av teimum heilt friðarligu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-06 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast nógv hevur verið á skránni, hevur seinasta samdøgrið verið stak friðarligt, sigur løgreglan.

Hetta vikuskiftið er Varmakelda og Sandoyarstevna, og eisini hava nógv fólk verið í býnum. Kortini hevur løgreglan ikki skrásett nakað mál í hesum sambandi.

– Tað er eitt sindur merkisvert fyri eitt leygarkvøld, tá tað er so nógv á skránni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder