Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið rættiliga friðarligt

Sum heild hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt, sigur løgreglan – Tó var eitt ferðsluóhapp Í Havn, og eisini fingu tveir persónar bót fyri brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-04 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan.

Seint seinnapartin í gjár - um klokkan 17.30 - var tó eitt ferðsluóhapp á Norðara Ringvegi í Havn.

Tveir bilar komu koyrandi eftir vegnum, men bilurin aftanfyri varnaðist ikki hin, fyrr enn tað var ov seint, og hann rendi í afturpartin á honum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Har var eitt sindur av materiellum skaða men eingin fólkaskaði.

Tveir fingu bót í nátt

Náttin hevur eisini verið rættiliga friðarlig, men klokkan 4.30 var tó ein hending niðri í býnum, har løgreglan mátti blanda seg uppí.

Tað var ein ósemja millum tveir persónar, sum endaði við, at báðir vórðu skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Tann eini fekk eisini bót fyri ikki vilja siga, hvør hann var, sum mann annars hevur skyldu til at upplýsa, tá løgreglan spyr. Ein teirra hevur eisini sovið á løgreglustøðini í nátt, tí hann ikki kláraði seg sjálvan.

Ongar fráboðanir um vindskaðar

Boðað verður frá nógvum vindi hetta vikuskiftið, og í hesum sambandi sendu løgreglan og fleiri kommunur út áheitan á borgarar um at tryggja leysar lutir, sum kunnu fara í vindinum.

Vaktleiðarin sigur, at enn eru ongar fráboðanir komnar um vindskaðar, og vónar løgreglan, at fólk hava tikið áheitanina til eftirtektar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder