![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinasta samdøgrið hevur givið løgregluni fitt av arbeiði, serliga í høvuðsstaðarøkinum.
Tveir bilførarar í Havn vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Tann fyrsti varð tikin stutt eftir klokkan átta, og hin um klokkan tíggju á kvøldi. Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Stutt áðrenn midnátt var ein bilførari eisini tikin fyri at koyra øvugtan veg á Háskúlavegnum í Havn, og hetta fær hann eina bót fyri.
Um middagsleitið fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk móti einum barnagarði á Kambsdali. Viðkomandi hevði m.a. blakað ein stein gjøgnum rútin.
Higartil hevur løgreglan onga ábending um, hvør stendur aftanfyri.
Umframt hetta fekk løgreglan í gjárkvøldið og í nátt eisini fleiri fráboðanir um ófrið, og løgreglan var í onkrum førum noydd at skilja fólk sundur, sum vórðu farin til hendurs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald